Gøtu kirkja

Eldragudstænasta og hugni í Gøtu kirkju

Fríggjadagin 8. juni kl 15:00 bjóða Nánd og Gøtu kirkja eldri borgarum í Gøtu, Leirvík og Fuglafirði til eldragudstænastu í Gøtu kirkju. Sungnir verða lættir sálmar, og Ovi Brim heldur eina stutta prædiku. Monika Stauss framførir løg á violin.

Eftir gudstænastuna eru øll boðin til ein góðan drekkamunn í kirkjukjallaranum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Rætting: Eldragudstænastan er flutt frá mikudegnum 6. juni til fríggjadagin 8. juni

Search by