Eldrafelagið fjallið – Skrá fyri 2018/19

Eldrafelagið Fjallið

Ársskrá 2018/2019

Skrá 2018

18. oktober – Bingo
28. oktober – Bovling* (Sigið frá áðrenn 18. okt. Tað kostar 150 kr fyri hvønn.)

08. november – Bingo
29. november – Bingo

06. desember – Bingo
13. desember – Jólaveitsla* (Sigið frá luttøku innan 06. desember)

 

Skrá 2019

03. januar – Bingo
17. januar – Hugnaløta
31. januar – Bingo

07. februar – Aðalfundur
21. februar – Bingo
28. februar – Hugnaløta

15. mars – Bingo
28. mars – Bingo

04. apríl – Hugnaløta

02. mai – Bingo
16. mai – Hugnaløta

13. juni – Bingo
24. juni – Útferð*
28. juni – Bingo

11. juli – Bingo
25. juli – Bingo

08. august – Bingo
11-21. august – Uttanlandsferð*
29. august – Bingo

12. september – Bingo
26. september – Bingo

10. oktober – Bingo
24. oktober – Bingo
27. oktober – Bovling*

07. november – Bingo

 

* Neyðugt at boða frá luttøku á tlf. 443 131, 220 931 ella á teldupost jonkonoy@gmail.com.

Øll tiltøk verða lýst í Útvarpinum á middegi hósdag. Um ikki annað verður lýst, byrja tiltøkini kl. 19:30.

 

Uttanlandsferð

Ferðatilboð frá Smyriline: Ferð til Danmarkar frá 11. til 21. august til Gjern, ið liggur við Silkeborg.

Tilboðið er til somu treytir sum í fjør og kostar tað sama; knapt 6000 kr. Tá er alt íroknað uttan matur. Morgunbuffet er hvønn dag umborð tvs. 3 máltíðir ókeypis frá Smyril Line.

Staðið er nógv vitjað og fyri at vit kunna tryggja okkum góðar íbúðir, er neyðugt at vita talið á luttakarum. So meldið til skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. november 2018, á tlf. 443 131/220 931 ella á mail jonkonoy@gmail.com.

Um nóg nógv teka seg, verður nágreinilig skrá løgd.

Sí meira um staðið her: https://www.landal.dk/park/sohojlandet

 

Limagjald

Limagjaldið fyri 2019 kann gjaldast á konto í Norðoya Sparikassa, 9865-413.807.9 (viðmerk navn).

Eins og viðtikið varð á aðalfundi í vár, er limagjaldið nú 200 kr. fyri einstaklingar og 400 kr. fyri hjún og fellur til gjaldingar í januar 2019. Tey ið ikki hava goldið limagjald fyri 2018 gjalda á somu konto. Tey, ið ikki hava goldið limagjald síðani 2016 verða strikaði sum limir, sambart viðtøkum felagsin. Undantikið serligar umstøður.

Jólaveitslan

Jólaveitslan verður í Bygdarhúsinum tann 13. desember kl. 19.30. Tilmelding á tlf. 443131/220931 ella á teldupost jonkonoy@gmail.com. Sig frá í seinasta lagi 6. desember. Jólaveitslan er ókeypis.

Aðalfundur

Aðalfundur verður 7. februar 2019. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Uppskot til fundin skulu vera nevndini í hendi áðrenn. 20. januar 2019. Annars eru uppskot til felagið altíð vælkomin.

 

Search by