Back
Skrivað tann 11. juni 2018

Eldrafelagið Fjallið skipar fyri útferð 24. juni

Farið verður frá Missiónshúsinum í Leirvík kl. 11:00 til Kunoyar bygd.

Bussurin fer fyrst frá  Syðrugøtu uml. 10:30 og steðgar á í Norðragøtu.

1.       Kirkjugongd í Kunoy kl: 12.00

2.       Døgurði í Bygdarhúsinum í Kunoy aftaná kirkjugongd.

3.       Farið verður niðan í viðarlundina við Djóna Kunoy sum ferðaleiðara. Hann greiðir frá um viðarlundina v. m.

4.      Hvat víðari fer fram, verður støða tikin til til ta tíð.

5.     Luttøkugjaldið er  150 kr. fyri hvønn luttakara, at gjalda  kontant ella á konto í Norðoya Sparikassa 9865-413 80 79.

Um goldið verður um sparikassan, virkar tað sum tilmelding og tí er ikki neyðugt at ringja, SMS-a ella maila.

 

Tað er neyðugt at melda til skjótast gjørligt av tí, at tíðarbilið er so stutt til 24.

Tað eru ymisk viðurskifti, sum skulu avgreiðast skjótast gjørligt.

Um veðrið ikki er til vildar 24., verður broyting lýst.

 

Leirvík tann 10.juni 2018

Vinarliga

Vegna nevndina

Jón úr Konoy – form.