Eldborg kemur leygardagin

Leygardagin kemur nýggja supplyskipið hjá Supply Service, Eldborg, til Føroya. Skipið kemur til Havnar, men ætlanin er, at Eldborg kemur ein framsýningartúr framvið Leirvík sunnudagin. Skipið leggur síðan til bryggju við Vestaru Bryggju í Havn kl. 14.00, har høvi verður at síggja skipið.

Eldborg kostar 260 mió. norskar krónur, er 80m lang, 18m breið og hevur tilsamans 800 fermetrar av dekksplássi. Talan er um sera framkomið PSV-skip, sum hevur sonevnt Clean Design, ið merkir, at øll atlit at umhvørvinum eru tikin, ið er møguligt við einum dieselriknum skipi. Eitt nú er CO2-útlátið lítið í mun til onnur líknandi skip, og dupulti skrokkurin veitur tryggleika. Supply Service hevur gjørt fýra ára leigusáttmála um Eldborg við eitt samtak í norsku frálandavinnuni, ið er samansett av Det Norske Olieselskap, Vinterhoalls og Oddfjell Drilling.

Tilsamans 22 mans skulu arbeiða umborð á Eldborg, og øll manningin er føroysk. Arbeitt verður í tveimum holdum. Skiparar eru Jan Kristoffersen og Einar Vang. Umsitingin av skipinum fer fram í Føroyum, og skipið er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini (FAS).

Eldborg er fyrsta av tilsamans trimum PSV-skipum, ið Supply Service hevur bílagt. Næsta skipið í røðini verður bygt á Havyard skipasmiðjuni, og tað verður ætlandi latið eigarunum í november í ár.

Search by