Eldafelagið Fjallið ynskir fleiri limir

Eldrafelagið Fjallið í Eysturkommunu ynskir at fáa fleiri limir. Felagið ger eitt stórt arbeiði fyri eldri borgarar í kommununi, og eggjar borgarum at gerast limir í felagnum og stuðla tí arbeiði, sum verður gjørt.

Eldrafelagið er eisini partur av Landsfelag Pensjónista, sum í eina tíð hevur arbeitt við einum politikki innan eldraøkið. Á formansfundi tann 20. mars var politikkurin samtyktur.

Evnini, ið hava verið viðgjørd, eru deild í fýra økir:

  1. Bústaðarviðurskifti
  2. Heimatænastan og tilboð til eldri
  3. Hvussu verður játtanin frá landinum til kommunurnar brúkt
  4. Eldrapolitikkur hjá landinum frá 2012 og eldralógin

Samtykti politikkurin inniheldur nakrar niðurstøður, sum Landsfelag Pensjónista mælir til, at arbeitt verður við:

  • Stórur tørvur er á hóskandi smærri eldrabúðum (leiga ella ogn). Mælt verður til ein fjølbroyttan og smidligan bústaðarmarknað. Stovnspláss kosta nógv og eru ætlað einans teimum, ið hava tørv á tí.
  • Vit hava brúk fyri fleiri umlættingarplássum og betur og fjølbroyttari hjálp til heimabúgvandi, so tey kunnu verða sum longst í egnum heimi.
  • Allir pensjónistar runt í landinum eiga at vera líkastillaðir, tá tað snýr seg um tænastur innan eldraøkið.
  • Fíggingarleisturin eigur at broytast, soleiðis at fíggingin til hvørt samstarvsøki fylgir tali av eldri borgarum í økinum og er oyramerkt til eldraøkið.
  • Upplýst eigur at verða, hvussu peningurin frá landinum verður nýttur innan eldraøkið, so gjøgnumtannlaðu orðini ”vald og gjald” gerast veruleiki.
  • Sbrt. løgtingslóg um heimatænastu frá 7. apríl 2014, eiga kommunur at lata øðrum myndugleikum hagtøl viðv. tænastum og veita fyribyrgjandi heimavitjan.
  • Lóggevast skal, at eldraráð verður sett á stovn í minsta lagið í hvørjum samstarvsøki.
  • Pensjónistar eiga ikki at finna seg í at verða aldursdiskrimineraðir.
  • Tað eigur at vera ólógligt at siga starvsfólki upp vegna aldur.

Tey, sum eru áhugað at gerast limir í eldrafelagnum Fjallið, kunnu venda sær til Jón Konoy, ið er formaður, á tlf. 443 131/220 931 ella á teldupost jonkonoy@gmail.com.

Eldrapolitikkurin hjá Landsfelag Pensjónista kann lesast her

 

Search by