El-Teknik byggir virkisbygning í Leirvík

Í dag var fyrsti ‘spakin’ settur í fyri at grava út á vinnuøkinum á ferjuleguni í Leirvík. Fyritøkan El-Teknik er farin í holt við at byggja ein 300m2 virkisbygning, ið skal húsa teirra verkstaði, goymslu og skrivstovu.

Eftir ætlan skal virkisbygningurin verða liðugur í ár, sigur Jakku Tróndheim, stjóri í El-Teknik.

El-fyritøkan hevur sítt høvuðssæti í Leirvík og hevur eini 15 fólk í starvi. Umframt nógvar smærri el-uppgávur ger El-Teknik el-arbeiði í nýggja bygninginum hjá Bakkafrost á Glyvrum í samstarvi við felagið Elektrikkarar. Harumframt eru teir við at gera el-arbeiðið til nýggju smoltstøðina í Hellunum hjá Marine Harvest.

Entreprenørfelagið Kreton í Norðragøtu stendur fyri útgrevstrinum til nýggja virkisbygningin, og KBH stendur fyri byggingini.

Search by