El-teknik flytur inn í nýggj høli í Leirvík

Fríggjadagin 24. november flytur El-teknik inn í nýggja verkstaðsbygningin á gomlu ferjuleguni í Leirvík. Í hesum sambandi bjóðar fyritøkan til almenna móttøku frá kl. 15-18.

Nýggi bygningurin er fyrsti vinnubygningurin á gomlu ferjuleguni. Hann er 300 fermetrar til støddar og skal húsa verkstað, goymslu og skrivstovu hjá fyritøkuni.

El-teknik varð stovnað í 1991 og er eitt góðkent el-innleggingarvirki. Gjøgnum árini hevur fyritøkan verið við í bæði stórum og smáum verkætlanum kring alt landið – alt frá at umvæla leidningar til gomul strúkijørn til installering av skúlum og vinnubygningum, skrivar fyritøkan á heimasíðu sínari.

– Les eisini: El-teknik byggir virkisbygning í Leirvík

Search by