Eitt nýtt svimjiár byrjar hjá Reysta

Eitt nýtt svimjiár byrjar hjá Svimjifelagnum Reysti. Í hesum sambandi bjóðar felagið til aðalfund og tilmelding til nýggja svimjiárið mikudagin 4. september.

Tilmelding til svimjiárið verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla mikudagin 4. sep. kl. 19.00. Limagjaldið verður goldið kontant við tilmelding, og prísurin er 500 kr. fyri barnið.

Aðalfundur verður kl. 20.00 sama dag.

Svimjifelagið Reysti hevur lið fyri 0. flokk, 1. flokk og uppeftir.

Search by