Earth Hour í Eysturkommunu

Vit vilja eisini gera mun.

Í samband við heimsfevnandi átakið Eart Hour, fara vit í Eysturkommunu at sløkkja ljósini, fyri at stuðla átakinum. Hetta gera vit m.a. fyri at seta sjóneykuna á umhvørvið og jørðina.

Leygardagin 30. mars hava tit øll møguleika fyri at vera við í hesum átaki. Tað einasta tit skulu gera, er at sløkkja ljósini í ein tíma frá kl. 20.30-21.30.

Veðurlagsbroytingar mugu takast í størsta álvara, og vit vilja vera við til at gera mun. Tískil sløkkja vit gøtuljósini í Leirvík, Norðragøtu, við Gøtugjógv, Syðrugøtu og Undir Gøtueiði hendan tíman. Samstundis vilja vit heita á bæði borgarar, vinnufyritøkur og stovnar at stuðla átakinum, og sløkkja ljósini hendan tíman.

Í 2018 vórðu yvir 3000 sermerktir bygningar myrkalagdir hendan tíman. M.a. Eiffeltornið í París, Empire State Building í New York og Operahúsið í Sydney.

Fyrireikararnir handan átakið, WWF, siga soleiðs:

“Earth Hour er tímin, har fólk kring allan heimin sløkkja ljósini, til frama fyri jørðini. Vit skulu endurreisa sambandi til okkara felags gongustørnu – móður jørð. Tískil sløkkja vit ljósini og birta vón.

Hetta er boðskapurin, tá Earth Hour, undir slagorinum #Connect2Earth enn einaferð leggur heimin í svart, fyri at leggja dent á, hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka náttúru og djóralív. Veðurlagsbroytingarnar skulu steðgast. Vaksandi hitastigini á jørðini hava óhugnaligar avleiðingar fyri túsundatal av veikum vistfrøðiskipanum, og teimum djórum, ið liva í teimum.

Vit bjóða tískil tykkara kommunu við til Earth Hour, so vit í felag kunnu endurskapa javnvágina við náttúruna, sum vit øll eru bundin at.”

Eysturkommuna sløkkir ljósini og birtir vón til ársins Earth Hour leygardagin 30. mars kl. 20.30-21.30

Samstundis vilja vit heita á allar borgarar, bæði tey í bili og til gongu, um at vera eyka varin hesa løtuna ljósini eru sløkt.

Search by