Drápspartar og heimapartar verða býttir út kl. 20
30. jul. 2013
Ætlanin er at fáa drápspartar og heimapartar hjá Eysturbúgvum frá grindini í Fuglafirði koyrdar til kajuna í Leirvík, Norðragøtu og Syðrugøtu. Síðan verður skorið upp og kunnu partar avheintast eftir kl. 21.
Enn er ikki endaliga avgjørt nær hvalirnir verða koyrdir úr Fuglafirði. Fylg við á heimasíðu okkara www.eystur.fo fyri at vita nærri tíðspunkt.
Hendan greinin verður uppdatera so skjótt meira kunning er tøk.
DAGFØRT: Heimapartar hjá Eysturbúgvum verða á kajuni í Leirvík, Norðragøtu og Syðrugøtu kl. 20. Drápspartar hjá øllum gøtumonnum á landi verða á kajuni í Norðragøtu meðan drápspartar hjá leirvíkingum á landi verða á kajuni í Leirvík kl. 20.
Heitt verður enn einaferð á fólk at koma at skera upp skjótast gjørligt eftir kl. 20.
DAGFØRT kl. 19.53: Drápspartar hjá øllum eysturbúgvum á landi verða koyrdir til kajuna í ávikavist Leirvík og Norðragøtu, meðan drápspartar hjá eysturbúgvum í báti verður á kajuni í Fuglafirði kl. 21.
Grindin, ið verður koyrd til bygdirnar í Eysturkommunu, kemur helst eftir kl. 20, og tískil verður nokk ikki skorið upp fyrrenn út ímóti kl. 21.