Diabetes kanningar í Eysturkommunu í viku 28

Finn øll við Diabetes 2 vera í Eysturkommunu í viku 28.

Kanningar verða gjørdar:

  • Í Brandstøðini í Leirvík 7. og 8. juli 2026.
  • Í skúlanum við Gøtugjógv 9. og 10. juli 2026.

Til ber at bíleggja sær tíð til kanning á bókingarskipanini: https://heilsugransking.tilmelding.fo/

Finn øll við Diabetes 2 er ein granskingarverkætlan, hvørs endamál er at finna øll í Føroyum, sum eru 40 ár og eldri, við Diabetes 2.

Kanningin er skjót og einføld. Við einum blóðdropa úr fingrinum verður langtíðarblóðsukrið mátað. Kanningin tekur einans 5 minuttir, og luttakarin fær úrslitið av kanningini at vita á staðnum. Úrslitið kann antin vera: normalt, ávegis diabetes (prædiabetes), ella geva ábending um diabetes 2. Endalig staðfesting av diabetes 2 krevur tvær HbA1c-mátingar og fer fram í samstarv við kommunulæknan.

Search by