Dagtilhaldið byrjar aftur 6. januar

Dagtilhaldið í Gøtubrá byrjar aftur týsdagin 6. januar kl. 15.00. Dagtilhaldið er opið hvønn týsdag og hósdag frá kl. 15-18, og er eitt tilboð til pensiónistar í kommununi at hugna sær saman.

Á skránni er drekkamuður, fimleikur, kortspæl, perluseyming, sangur, upplestur o.m.a. Renniband, kondisúkla og rógvimaskina eru eisini til taks.
Search by