Dagtilhaldið er byrjað aftur

Dagtilhaldið Gøtubrá byrjaði aftur í síðstu viku eftir ein summarsteðg. Dagtilhaldið heldur til í kjallarinum á eldrasambýlinum í Norðragøtu, og er opið týsdag og hósdag kl. 15-18. Allir pensjónistar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu eru hjartaliga vælkomnir.

Á skránni er drekkamuður, fimleikur, kortspæl, perluseyming, sangur, upplestur o.m.a. Renniband, kondisúkla og rógvimaskina eru eisini til taks.

Skipað verður javnan fyri tiltøkum av ymiskum slagi, so sum Kyndilsmessuhaldi, tunnusláing, útferðum og jólahaldi.

Bussamband er til og frá dagtilhaldinum.

Samskipari á Dagtilhaldinum er Maj Britt Winter Hentze, telefon nr. 73 00 35

Search by