Dagstovnurin Brúsi byggjast út

Talið av barnafamiljum og tørvurin á barnaansingarplássum í Eysturkommunu er vaksandi. Tí er avgerð tikin um at dagstovnurin Brúsi í Leirvík skal byggjast út fyri 3 mió. kr.

Býráðið hevur heintað inn tilboð til arbeiðið, og samtykti á seinasta býráðsfundi at taka av lægsta tilboðnum frá Sp/f Jóhan Heinesen á 2,3 mió. kr. fyri jørð-, betong-, timbur-, gólv- og málaraarbeiði.

Ætlanin er at byggja eina stovu afturat, sum stendur leys frá verandi bygningi. Stovnurin er normeraður til 84 børn við eini miðstovu, ið varð ætlað at vera frírúm. Men til tíðir eru heilt upp ímóti 100 børnum á stovninum, og tá hevur verið neyðugt at brúka Miðstovuna eisini.

Eftir ætlan verður útbyggingin liðug í vár.

Stórur áhugi í at búgva í Eysturkommunu
Eysturkommuna hevur áleið 40 grundstykkir seld í løtuni og eini 150 fólk á bíðilista. Tí vil kommunan framtíðartryggja seg, so hon megnar at nøkta vaksandi tørvin á barnaansingarplássum.

Ætlanin er eisini at byggja ein nýggjan dagstovn við Gøtugjógv, ið kemur at rúma 100 børnum. Verandi stovnur, Gjái, hevur pláss til 59 børn. Ein arkitektakapping er í gongd og væntandi koma uppskotini inn seinni í heyst.

Search by