Nýtt busssteðgipláss til skúlabørnini í Leirvík
Fyri nøkrum vikum síðan varð byrjað at grava út niðanfyri gamla posthúsið á Garðsvegi í Leirvík. Arbeitt verður við at gera eitt steðgipláss og bussskýli til skúlabørnini í Leirvíkar Skúla. Grevstur og planeringsarbeiði verður eftir ætlan liðugt síðst í hesum mánaðinum.
Fundamentið stoypt til býráðshúsið
Nýggja býráðshúsið er nú meira enn eitt hugskot. Fundamentið er stoypt báðumegin áarósan í Norðragøtu, og næsta stig verður at grava fyri bygninginum sjálvum og at planera økið.
Ætlanin er at prýðiliga býráðshúsið skal standa liðugt fyrst í 2017.
Kumpassrósan við bátahylin í Leirvík
Arbeiðið við nýggju kumpassrósini á havnarlagnum í Leirvík er komið væl áleiðis. Sjálv kumpassrósan er liðug, og arbeiðið við at seta upp girðing og ljós verður gjørt í næstum.
Kumpassrósan er á sunnara armi við innsiglingina til nýggja bátahylin og er ein liður í at prýða um økið við bátahylin, umframt at kommunan hugsar um listina í almennum byggingiverkætlanum.
Kumpassrósan er sniðgivin av Niels Paula Lamhauge, sniðgeva úr Syðrugøtu.
Stutt eftir á mál við skúlagarðinum í Leirvík
Nógv er broytt í skúlagarðinum í Leirvík. Ovari vøllur er gjørdur av nýggjum, spæliplássið á niðaravøllið er nærum liðugt, leikur verða settar upp á niðara vølli, klintriveggur verður monteraður niðan ímóti ovara vølli, og hugnaligt felagsøkið er gjørt omanfyri gamla skúla.
Stutt er eftir á mál við nýggja skúlagarðinum. Eftir er at asfaltera niðara vøll, seta upp ljós, umframt at gartnarin skal fríðka nakað um felagsøkið.
Nýggja bingjuplássið opnar 1. oktober
Í løtuni verður seinasta hond løgd á nýggja bingjuplássið í grótbrotinum í Norðragøtu. Felagsbingjuplássið opnar 1. oktober, og í næstum kemur faldari út til øll húsarhald í kommununi um endurnýtsluna í kommununi.
Meira kunning kemur um bingjuplássið seinni.