Closed for Maintenance: Gróttrappa á gomlu bygdagøtuni umvæld og gøtan betur merkt

Herfyri skipaði Visit Faroe Islands fyri Closed for Maintenance átakinum, og hetta var fyrstu ferð, at arbeitt varð í Eysturkommunu. Tilsamans vóru 12 arbeiðsfólk í gongd yvir 3 dagar – harav 9 útlendingar úr Italia, Slovakia, Ungarn, Danmark, USA og Ukraina.

Áðrenn vegin og tunnilin millum Gøtu og Leirvík varð gjørdur, máttu gongufólk stríða seg uppá 336 metrar hædd upp um Leirvíksfjall. Hendan aldargamla farleiðin er vøkur og væl gjørd við steintrappum og rekkverki. Ein gomul trappa er nú farin so illa, at hon skuldi laðast av nýggjum. Hendan er nú gjørd av nýggjum, soleiðis at hon enn er úr gróti og sær natúrlig út. Eisini er sement og jarnstengur brúktar, so tað skal verða trygt og gott hjá øllum at ganga, av tí at hetta er ein brattur stíggjur. Adrian Stauss, grótlaðari, var okkara lokala hjálparfólk.

Harafturat vóru steyrar settir niður allan vegin eftir gøtuni, soleiðis at hon nú er væl betur merkt enn áður. Reyðir steyrar eru settir niður, ið merkir, at hetta er ein avbjóðandi gøta at ganga. Hetta er mett út frá einum torleikastiga, har allar bygdagøtur eru merktar frá “løtt” til “torfør”. Avbjóðandi er stig 3 út av 4. Árant Hansen var okkara lokala hjálparfólk á hesum partinum.

Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, saman við einum av hjálparfólkunum og nýggja skeltinum til bygdagøtuna millum Gøtu og Leirvík.
Adrian Stauss, grótlaðari, var okkara lokala hjálparfólk til at gera trappuna í stand.
Tilsamans 12 fólk arbeiddu í 3 dagar – harav 9 útlendingar úr 6 ymsum londum.
Reyðir steyrar settir framvið bydgargøtuni. Reytt merkir Avbjóðandi (stig 3/4) eftir torleikastiganum hjá Visit Faroe Islands fyri bygdargøtur.
Árant Hansen (t.h.) var okkara lokala hjálparfólk í smb. við at merkja bydgagøtuna.
Search by