Býráðið samtykt broytingar í kommunustýrisskipanini

Á býráðsfundi í síðstu viku samtykti býráðið við 2. viðger at gera nakrar broytingar í kommunustýriskipanini. Talan er millum annað um at broyta navnið á Trivnaðarnevndini til Umhvørvis- og Trivnaðarnevndin. 

Samstundis verða broytingar gjørdar í fylgjandi málsøkjum:

  1. Fríðkan av bygdunum, sum áður var málsøkið hjá bæði Trivnaðarnevndini og Byggi- og Býarskipanarnevndini, verður nú málsøki hjá Umhvørvis- og Trivnaðarnevndini
  2. Bussleiðin verður flutt frá Vinnunevndini til Umhvørvis- og Trivnaðarnevndina
  3. Umhvørvi og Renovatión verður nýtt málsøki undir Umhvørvis- og Trivnaðarnevndini

Broytingar í kommunustýrisskipanini krevja tvær viðgerðir áðrenn endaliga broytingin verður framd. Málið var til 1. viðger á býráðsfundi 28. januar og varð síðan endaliga samtykt eftir 2. viðger á býráðsfundi 25. februar.

Search by