Parkeringsøki á takinum og spæliøkið sunnanfyri ánna er ikki tikið við í byggiverkætlanini.

Pengar settir av til nýggjan barnagarð við Gøtugjógv

Nú verður gongd sett á arbeiði við at byggja ein nýggjan dagstovn við Gøtugjógv. Á býráðsfundi beint fyri jól samtykti býráðið at seta 12 mió. kr. av í 2020 til nýggjan dagstovn við Gøtugjógv. Restin verður síðan sett av í 2021 og 2022.

Talan er um nýbygging av dagstovninum Gjáa, sum í dag hevur pláss til 67 børn. Stovnurin leigar seg eisini inn í onnur høli við Gøtugjógv, har vøggustova er við 13 børnum. Nýggi dagstovnurin verður 1300 fermetrar til støddar og samlar allan dagstovnin á einum stað við plássi til 112 børn. 

Nýggi dagstovnurin verður ein perla, sum kemur at liggja í vakra umhvørvinum undir plantasjuni við Gøtugjógv. Dentur er lagdur á náttúru, virkisføri og tað skapanarliga við íblástri frá føroyskari mentan og italsku Reggio Emilia hugsanini um námsfrøðiligt arbeiði. 

– Vit eru glað fyri at hava verið partur av fyrireikingini av nýggja dagstovninum, sum verður bygdur við okkara námsfrøðiliga arbeiðshátti fyri eyga, sigur Dagbjørt Ólavsdóttir.

Seinastu 10 árini hevur dagstovnurin Gjái bygt upp ein føroyskan námsfrøðiligan arbeiðshátt við støði í Reggio Emilia hugsanini. Hendan tekur støði í barninum, nærumhvørvinum og samfelagnum, vit liva í. Fleiri innlæringshættir verða eisini nýttir – lesa søgu, syngja sangir, kreativt arbeiði og drama – tí børn læra ymiskt. Eisini verður náttúran í økinum rundan um stovnin brúkt nógv.

Tekning av nýggja dagstovninum frá arkitektakappingini. Nakrar broytingar eru gjørdar í verkætlanini.

Serstakt snið

Tað eru Osbjørn Jacobsen Arkitektar Sp/f, sum í 2017 vunnu arkitektakappingina um nýggja dagstovnin. Uppskotið fevnir um bygning í tveimum hæddum, lagdir oman á hvønn annan, við eini forskjóting. Bygningurin er lagdur inn í lendið. Vøggu-stovurnar liggja í ovaru partinum og barnagarðurin í niðara partinum. 

Bygningarnir eru bundnir saman við einum dupulthøgum rúmi, sum gongur frá ovastu enda av bygninginum til niðasta enda. Hetta rúm, ið er miðhøllin og virkisrúm, fær dagsljós inn frá báðum endum og í miðjuni.

Hesin bygningurin ger, at sum minst verður tikið burtur av lendinum, og havin við trøðum omanfyri kemur til sín fulla rætt.

Uttandura millumrúmini millum stovurnar, har vindeygu eru, binda stovurnar saman tvørtur um útipartin á ein hátt, sum skapar opinleika og økir um nýtslumøguleikar og uupplivilsi. Hartil hava stovurnar góðan sólargang tað mesta av degnum.

Search by