Býráðið hevur samtykt at geva tilsøgn á 100.000 kr. til eitt sokallað Fab Lab

Í fjør orðaði Vinnumálaráðið ein politik fyri skapandi vinnur. Ein partur av hesum politikkinum er at fáa sokallaði Fab Lab sett á stovn í Føroyum.

Í hesum sambandinum arbeiðir Miðnám á Kambsdali við at fáa eitt Fab Lab til skúlan. Býráðið í Eysturkommuna hevur samtykt at geva Miðnám á Kambsdali tilsøgn á 100.000 kr. til hesa verkætlanina. Aðrir aktørar hava eisini givið tilsøgn til hesa verkætlanina.

Eitt Fab Lab er ein talgildur verkstaður, sum øll, ið eru áhugað, hava atgongd til undir skipaðum umstøðum. Júst hetta konseptið er valt, tí at tað er einfalt, fjøltáttað og ódýrt og tí, at Fab Lab verkstaðirnir í øllum heiminum eru knýttir í eitt stórt og skjótt vaksandi netverk við tøttum samstarvi.

Í Fab Lab eru teldur, framkomnar, men einfaldar teldustýrdar maskinur, útgerð til at menna elektroniskar lutir, umframt vanlig fjølbroytt verkstaðsútgerð. Fab Lab eru verkstaðir, har sum tað skal bera til at menna allar lutir. Í Fab Lab hittast sniðgevar, handverkarar, listafólk, teldusnillingar, verkfrøðingar og fólk, ið bara eru áhugað at læra nýtt ella hava fingið eitt gott hugskot.

Search by