Grundstykkir

Á býráðsfundi 30. januar 2020 samtykti býráðið at avtaka bíðilistan til grundstykkir. Ístaðin verða tøk grundstykkir nú lýst til sølu her á síðuni. Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir, hvørji grundstykkir eru tøk í Eysturkommunu í løtuni.

Mannagongd

Listin verður dagførdur fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánað kl. 12.00. Harvið fáa øll kunning um tøk grundstykkir samstundis her á síðuni.  (Vegna summarferiu verður næsta dagføring 1.septembur.)

Síðan kanst tú velja eitt grundstykki og senda umsókn um at keypa tað. Legg til merkis, at tað ber ikki til at søkja um grundstykki við at ringja ella senda teldubræv til kommununa. Hetta skal gerast umvegis frymil inni á tí einstaka grundstykkinum her á síðuni.

Tá fyrsti umsøkjari hevur sent umsókn um at keypa eitt grundstykki, verður hetta frámerkt sum “Umbiðið”. Síðan ber ikki til hjá øðrum at søkja um tað grundstykkið. 

Grundstykkið skal gjaldast í seinasta lagi 3 vikur eftir, at fyrispurningur um grundstykki er sendur til kommununa. Verður hetta ikki goldið rættstundis, verður grundstykkið lýst leyst aftur næstu ferð, tá listin verður dagførdur.

Innan 1 ár frá tí, at skeytið er undirskrivað, skal byggiarbeiðið verða byrjað, og sethús skulu vera innilokað á stykkinum innan 2 ár, frá tí, at skeytið er undirskrivað.

Næsta dagføring: 1. septembur 2020 kl. 12:00

Við GøtugjógvPlanerað
Brattagøta 12Nei Stødd: 586 m 2 Prísur: 87.900 kr.
Undir GøtueiðiPlanerað
Einki grundstykki tøkt í løtuni
SyðrugøtaPlanerað
Einki grundstykki tøkt í løtuni
NorðragøtaPlanerað
Torbjarnargøta 12Ja Stødd: 648 m 2 Prísur: 158.200 kr.
LeirvíkPlanerað
Fløtugerði 7 (Umbiðið tann 1. jul. 2020)Nei Stødd: 507 m2 m 2 Prísur: 76.050