Burturbeining í samband við slaktið

Í samband við slaktið er Endurnýtslan í Eysturkommunu opin hvønn gerandisdag frá 8.-20. okt. soleiðis:

Mánadag til fríggjadag
kl. 16.00 – 18.00

Leygardag
kl. 16.00 – 18.00

Vinarliga tømið vemburnar og leggið innvølir og aðrar leivdir í plastsekkir.

IRF skrivar soleiðis um burturbeining í samband við slaktið:
Visti tú, at leivdir frá slakti dálka?
Visti tú, at tað, sum dálkar eina mest at brenna hjá IRF, eru seyðaskinn? Av hesi orsøk verður heitt á fólk, um at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendum móttakara.

Visti tú eisini av, at tá ið IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, so viðførir tað dálkandi útlát frá skorsteininum? Tømið vemburnar — tað verjir umhvørvið.

Verjið umhvørvið:
Latið ikki seyðaskinn til brenningar — tað dálkar.
Tømið vemburnar — fullar vembur dálka.
Latið blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdir frá slakti verða burturbeindar.
Latið innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í vanligu bingjurnar.
Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig.  Fer hitin niður á 850 stig, viðførir tað dálkandi útlát í roykinum. Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá slakti koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti.  Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið.

Search by