Back
Tíðindi
Skrivað tann 16. august 2018

BUBU súkklar av Strondum til Leirvíkar

Fríggjadagin 17. august er klovnurin BUBU á ferð í Eysturoynni í samband eitt stuðulsátak at samla inn pening til børn í Føroyum, ið tørva hjálp. Talan er í hesum føri um ein súkklutúr av Strondum til Runavíkar og síðan til Leirvíkar. Súkklutúrurin endar umleið kl. 18.00 við Effo í Leirvík, har børn eru vælkomin at heilsa uppá BUBU.

BUBU skrivar á síni Facebook síðu, at hann hevur í eina tíð hugsa um at gjørt eitt súkklulið, ið súkklar ymsastaðni í Føroyum og varpar ljós á viðurskifti, ið hava við børn og ung at gera. Allur stuðulin, ið verður latin av bæði kommunum, fyritøkum, stovnum og einstaklingum fer til hesar verkætlanir:

  • Barnabati – Tú & Eg Ráðgevingin
  • Sinnisbati – Time Out
  • Blái Krossur Føroya – Øll hava rætt til góð barnaár

Túrurin

Byrjað verður við Effo á Strondum kl. 16.00, haðan súkklað verður til Runavíkar (25 km). Væntandi verður súkkluliðið í Runavík kl. 17.00 og ferð síðan víðari kl. 17.20 til Leirvíkar (15 km).

BUBU skrivar á sínari Facebook síðu, at vaksin eru vælkomin at súkkla við, men tað krevur góða súkklu, hjálm og lyktir. Børn kunnu súkkla við beint áðrenn komið verður til Saltangará og til Leirvíkar.

 

Dagføring – myndir frá tiltakinum:

BUBU Súkklar Til Leirvíkar

Flickr Album Gallery Powered By: WP Frank