Broytingar í innsavningini hjá IRF í dag

Húsarhaldsburturkast, ið eigur at verða heintað í dag í  Syðrugøtu, Gøtugjógv, Norðragøtu og Leirvík, verður heintað í morgin, um tað viðrar.

Ein treyt fyri, at innsavnararnir kunnu taka posarnar er, at tað er grivið frammanfyri ruskíløtunum og út til vegin.

Eisini verður heitt á stovnar, fyritøkur, virkir og handlar um at grava frá ruskíløtum út á vegin.

Roknast kann annars við seinkingum og broytingum í innsavningini hjá IRF, meðan hált og kavi er.

Sí meira á https://irf.fo/broytingar-vegna-halku-og-kava/

 

Search by