Eysturkommunu býráð samtykti á fundi 30. apríl 2025, at broyta býarplanin í Eysturkommunu.
Ætlanin er at broyta ásetingarnar fyri øki D-Havnarøki.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina, liggur frammi á hesi síðuni og í móttøkuni í býráðshúsinum í Norðragøtu, frá 28. mai 2025 og til og við 23. juni 2025.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi, í seinasta lagi 15. juli 2025.
Eysturkommuna
27. mai 2025