Eysturkommunu býráð samtykti á býráðsfundi 31. oktobur 2025 ætlan at broyta býarplanin við Gøtugjógv fyri matr.nr. 2.
Ætlanin til broytingina snýr seg um at broyta part av matrikul nr.2 við Gøtugjógv frá H-frílendi til B-Bústaðarendamál.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr.nr. 2 við Gøtugjógv, liggur frammi á heimasíðuni undir Kunngerðir og í móttøkuni í býráðshúsinum í Norðragøtu, frá 24. november 2025 og til og við 15. desember 2025.
Eysturkommuna
21. November 2025