Borgarstjórin í Eysturkommunu vitjað føroysku sendistovuna í Bruxelles

Í samband við at borgarstjórin og starvsfólk í Eysturkommunu vóru í arbeiðsørindum í Belgia í døgunum 12. og 13. juli, varð leiðin løgd framvið føroysku sendistovuni í Bruxelles.

Hendan vitjan kom í lag eftir, at kommunan hevði ráðført seg við sendikvinnuna, Elin Mortensen, um ymisk viðurskiftir í Belgia, og hvørji atlit skulu takast, tá ferðast verður í Belgia.

Vitjað varð á sendistovuni týsdagin 13. juli. Har fingu vit eina væl fyrireikaða framløgu og frágreiðing frá sendikvinnuni um leiklutin, sum føroyska sendistovan hevur – bæði fyri Føroyar sum land, men eisini í altjóða høpi. Eisini greiddi Elin frá, hvørjar uppgávur ein føroysk sendikvinna í Bruxelles hevur.

Eysturkommuna takkar Elin Mortensen, sendikvinnu, fyri møguleikan at vitja føroysku sendistovuna og fyri hennara gestablídni.

Elin upplýsti fyri okkum, at hetta var fyrsta vitjan úr Føroyum í 1½ ár, og tá føroyska ferðalagið visti, at hetta var fyrstu ferð, at ein borgarstjóri í Eysturkommunu vitjaði sendistovuna í Bruxelles, var at gera skjótt av og fáa eina søguliga mynd av Elin Mortensen, sendikvinnu í Bruxelles, og Per Martin Gregersen, borgarstjóra í Eysturkommunu.

Search by