Borgarstjórin tók ímótti áheitanarskrivið í morgun (Mynd: Eysturkommuna)

Borgarstjórin fekk handað áheitanarskriv

Næmingaráðið, saman við lærarum og námsfrøðingum, úr Skúlanum í Eysturkommunu handaði í dag borgarstjóranum áheitanarskriv viðvíkjandi viðurskiftinum á Eysturleiðini.

Í áheitanarskrivinum, sum formaðurin í næmingaráðnum, Jónas A. Olsen og Martina Biskopstø Poulsen, umboð fyri lærarar og námsfrøðingar, handaðu, var víst á viðurskiftir sum ikki eru nøktandi og hava skund fyri at Eysturleiðin kann gerast betri og tryggari fyri børnini.

Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, saman við forkvinnuni í Umhvørvis- og trivnaðarnevndin, Marjun Andreasardóttir, tóku ímóti og lovaðu at royna at loysa trupulleikan skjótast gjørligt.

Search by