Seinastu tíðina er nógv hent í kommununi, sum er við til at gera hana sjónliga. Kommunan hevur tikið fleiri stig, og borgarar eru eisini virknir í at menna ferðavinnuna.
Hond í hond fyri at betra um ferðavinnuna
Ein av hendingunum var ein fyrilestur við Mikael Forselius, ferðavinnumann úr Noregi. Hann legði dent á, at ein burðardygg og autentisk ferðavinna má byggjast upp frá grundini, í felagsskapi millum borgarar og kommunu. Borgararnir eru eins týdningarmiklir sum kommunan í hesum arbeiði. Hetta er ein gongd, sum tekur tíð, men sum vit byggja upp stig fyri stig saman.
Bára og Eirikur hava spennandi verkætlanir í gongd
Seinastu sjey vikurnar hava átta spennandi ferðavinnuverkætlanir luttikið í átakinum, Nýskapan í ferðavinnuni, sum Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands hava skipað fyri. Tvey av átta luttakarum eru Eirikur á Húsamørk og Bára Joensen úr Eysturkommunu.
Eirikur hevur sett á stovn fyritøkuna Uptour, ið fer at veita heildarupplivingar til ferðafólk frá komu til fráferð. Eirikur hevur eitt fjós í Leirvík, har hann bjóðar vitjandi inn til ein betri bita.
Bára og Janus Joensen bygdu eitt nýtt fjósið Varmakeldugarðurin í 2021, ið hevur eina matstovu á fjósloftinum, har tey bjóða gestum inn til veitslur, fundir og onnur tiltøk í nýmótans høli. Borðreitt verður við mati frá garðinum – alt í meðan ein kann sita og hyggja útyvir fjósið og neytini.
Í dag, fríggjadagin 7. mars kl. 13:00 verður forvitnislig móttøka í Müllers Pakkhús, tá ið endabresturin av átakinum Nýskapan í ferðavinnuni er á skrá.
Borgarar frammi í miðlunum
Harafturat hava borgarar verið nógv frammi í miðlunum, tí Jóannes Joensen hevur vunnið Ársins útvarpshitt, og Vónbjørt Vang er innstillað til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hetta er við til at seta kommununa á kortið.
Samanumtikið er nógv, sum bendir á, at kommunan og borgarar arbeiða hond í hond fyri at betra um mentanuna ferðavinnuna, og tað er spennandi at fylgja við í, hvat framtíðin hevur at bjóða.