Børnini á Brúsa uppala firvaldar

Seinasta mánaðin hava børnini á Brúsa í Leirvík passa 19 vakrar firvaldar. Talan er um Admirálar, sum vórðu funnir sum ormverur í brenninotum við gomlu kirkju í Norðragøtu.

Á Brúsa vóru ormverurnar, sum síðan blivu til reivverur, hildnar í kassa í 3 vikur. Fyri tveimum vikum síðan fóru firvaldarnir á flog, og nú prýða teir um barnagarðsstovuna í Sóljuteigi, har teir halda til – fyri tað mesta í køksvindeyganum við eini skál av sukri og frukt.

Seinastu tíðina hevur tema á barnagarðinum Brúsa verið Náttúra og Náttúrufyribrigdi. Firvaldarnir hava ríka um upplivingina hjá børnunum av hesum serliga náttúrufyribrigdi – hvussu ein ormvera verður til eina reivveru, sum síðan fer á flog sum ein vakur firvaldur.

Um Admirálin

Admirálurin er ein vanligur ferðafirvaldur, sum hevur vetrarvist í Suðurevropa. Tíðliga á vári flýgur hann norðureftir og verpur í noturnar. Hann er regluligur gestur í Føroyum, har kann koma undan einstøk ár.

Search by