Nú verður møguleiki hjá børnum og ungum at luttaka í einum skeiði, har tey læra seg at forrita, – ella at programmera, sum vit ofta siga. Luttakararnir kunnu m.a. læra um, hvussu man byggir eitt spæl, eina heimasíðu, eina app ella annað.
Skeiðið er skipað sum ein KT-verkstova fyri børn og ung, har tey kunnu læra grundleggjandi um forritan á ein stuttligan og kveikjandi hátt. Børn og ung úr 6. til 10. flokki kunnu tilmelda seg verkstovuna, sum verður hildin á Bókasavninum við Løkin.
Skeiðsleiðarar eru útbúgvin KT-fólk, sum halda hetta vera áhugavert og nýskapandi. Andreas Klein Arnbjerg, sum er útbúgvin Master of IT and communication hevur saman við Svend Højgaard, leiðara á bókasavninum við Løkin, tikið stig til verkstovuna. Undirvísarar verða Jógvan Andersen, leiðari á Faroe Media, Oddfríður Petersen, sum arbeiðir sum forritari hjá Nema og Hansmar Poulsen, sum hevur lisið Multimedie design og er bachelor í Medialogy. Onnur hjálparfólk vera eisini.
Hetta er ein royndarverkætlan, stuðlað av Mentamálaráðnum úr grunninum, sum stuðlar barna- og ungdómsarbeiði.
Meira kann lesast um verkstovuna á www.lokin.fo.