Bílegg læknatíð á netinum

Nú ber til at bíleggja tíð hjá læknanum í Gøtudali á netinum. Hetta merkir, at tú ikki ert avmarkaður til at ringja í viðtalutíðini, sum annars er gerandisdagar millum kl. 8-12. Ístaðin kanst tú bíleggja tíð ella endurnýggja resept til heilivág á netinum, tá tað liggur best fyri hjá tær.

Læknaviðtalan í Gøtudali hevur roynt skipanina ‘Mín Lækni’ í ein góðan mánað, og tað vísir seg at rigga væl. Fleiri og fleiri eru farin at brúka nýggju skipanina, meðan tað sjálvandi eisini ber til at ringja til læknaviðtaluna sum vant.

Talan er um eina sera einfalda skipan. Tú ritar inn títt navn, føðingardag, telefonnummar og teldupost. Síðan kanst tú skriva eina viðmerking – tað kann vera um hvat tær tørvar viðtalu um, ella um tað eru ávísar tíðir, ið passa tær best.

Mín Lækni er ein skipan, ið Elektron hevur ment, og sum fleiri og fleiri læknaviðtalur kring landið eru farin at brúka.

Tú kanst bíleggja tíð hjá læknanum ella endurnýggja resept her.

 

Search by