Báturin Ritafjall vann fiskikappingina

Í dag skipaði bátafelagið Knúkur í Eysturkommunu fyri fiskikapping. Bátarnir fingu tilsamans 1.471 kg, og besti báturin var Ritafjall við 509 kg. Við Ritafjalli vóru Henry, Jákup og Silja.

Nr. 2 gjørdist báturin Erika við 388 kg. Við Eriku vóru Sigmund og Herit

Nr 3 var báturin Real við 205 kg. Við Real var Árni Jacobsen. Real var best pr. manning 205 kg

Og stórsta fiskin fekk báturin Chr. Oluf við Jóhan Christiansen. Fiskurin vigaði 6 kg.

Í kvøld kl. 21 verður sangløta á Krokketvøllinum og dansur í LÍF húsinum kl 23. Góður dansitónleikur frá LM-Band. Bátafelagið takkar fyri stuðulin.

Search by