Bátafelagið Knúkur stovnað

Leygarkvøldið 16. januar 2016 var kallað inn til stovnandi fund av bátafelag í Eysturkommunu. 45 áhoyrarar møttu til fundin í Bátasavninum í Leirvík.

Ein av stigtakarunum, Ólavur Ólason Poulsen, greiddi frá endamálinum við at stovna bátafelag. Borgarstjórin Jóhan Christiansen greiddi frá um viðurskifti við bátahyljarnar í Leirvík, Norðragøtu og undir Gøtueiði. Janus Ryggshamar, havnarfúti, greiddi eisini frá viðurskiftum viðvíkjandi bátaplássum.

Fundurin samtykti at stovna áhugafelag fyri bátaeigarar og bátaáhuga í Eysturkommunu. Navn felagsins verður “Bátafelagið Knúkur”. Fyribilsreglugerð var samtykt og skal nevndin leggja uppskot til endaliga reglugerðfyri komandi aðalfund.

Á fundinum vóru hesi vald í fyrstu nevnd felagsins:

Ólavur Ólason Poulsen, Leirvík

Tollakur Joensen, Norðragøtu

Emily Ann á Reynatrøð, Leirvík

Tórhallur Thomsen, Norðragøtu

Jákup Jóhannes Dalsá, Leirvík

Eftir stovnandi fundin helt nývalda nevndin sín fyrsta fund, og skipaði nevndin seg soleiðis: 

Ólavur Ólason Poulsen, formaður

Tollakur Joensen, næstformaður

Emily Ann á Reynatrøð, kassameistari

Tórhallur Thomsen, skrivari

Jákup Jóhannes Dalsá, nevndarlimur

Search by