Bátadrátturin í Leirvík tikin í brúk

Í dag var nýggi bátadrátturin í Leirvík tikin í brúk. Sostatt kunnu bátaeigarar í Eysturkommunu nú síggja fram til at fáa munandi betri umstøður at gera viðlíkahaldsarbeiði, meðan báturin stendur á bátadráttinum.

Nýggi bátadrátturin er har, sum gamla bátabrúgvin lá, millum kaiina og nýggja fjøruvegin.

Tað er KSS, sum hevur tikið sær av stálarbeiðinum og hevur veitt sjálvt spælið. Skipanin tekur bátar upp til 15 bruttotons.

Sp/f Kanjon hevur staðið fyri jørð-, betong- og el-arbeiðið.

Býráðið í Eysturkommunu hevur í hesum sambandinum samtykt eina reglugerð fyri bátadráttin. Reglugerðin kann lesast her:

Search by