Báta- og Listasavnið í Leirvík er opið í vetur hvørt hóskvøld kl. 19.00-21.00 og sunnudagar kl. 15.00-18.00.
Umframt vanligu framsýningina av bátum og málningum, hevur listamaðurin Tummas Jákup Thomsen listaframsýning við heitinum “Tey eru rýmd” í ovaru hæddini allan januar og februar mánað.