Barnatannrøktin í Eysturkommunu og korona

Góðu viðskiftafólk

Tannrøktin í Eysturkommunu ynskir at fylgja teimum nýggju almennu ferðsluljóstilmælunum frá landsins myndugleikum. 

Í løtuni eru vit gul, tvs stig 2, og er tað tí neyðugt hjá øllum vitjandi, ið eru 15 ár og eldri, at kunna vísa á eitt koronapass. Børn undir 15 ár noyðast ikki at vísa á koronapass ella negativa koronakanning. Tó, um man bíðar eftir einum svari frá eini koronakanning, skal man ikki koma á tannlæknastovuna fyrr enn negativt svar fyriliggur. Um tað ikki er gjørligt at fylgja omanfyrinevndu tilmælinum, verða tit biðin um at ringja avboð.

Um ivamál eru, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á telefon 730030.     

Á leinkjuni niðanfyri sæst hvat kann nýtast sum koronapass.

Koronapass – Korona í Føroyum

Search by