Barnafagnaður í Eysturkommunu
20. mai. 2015
Í morgin, hósdagin 21. mai, skipa dagstovnarnir og Frítíðarheimið í Eysturkommunu fyri fagnaðardegi fyri børnum í vøggustovu og upp til 2. flokk í kommununi. Tema í ár er “Víkingar – søga og samleiki”, og tey áleið 240 børnini umframt 60 starvsfólk sleppa at royna ymsar verkstaðir í tráð við tema fyri dagin.
– Dagstovnurin er mangan sagdur at verða fyrsta universitetið, og við hesum tiltakið vilja vit geva børnunum eina vitan um teirra søgu ígjøgnum allar sansir, sigur Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, leiðari á dagstovninum Gjái, sum hevur høvuðsábyrgd av fagnaðardegnum í ár.
Dagurin byrjar kl. 9.30 við standmyndina av Trónda í Norðragøtu, har borgarstjórin, Jóhan Christiansen, setur dagin. Síðan ganga børnini til fótbóltsvøllin í Sarpugerði, har hópin av ymsum verkstøðum eru. Dagurin endar kl. 13.30 við at børnini syngja sálmin ‘Givnir eru einglar góðir’, sum Tróndur í Gøtu hevur skrivað.
Hópin av verkstøðum í Sarpugerði
Børnini sleppa at royna seg í hópin av ymsum verkstøðum við vøllin í Sarpugerði, so sum matverkstaði og bálstaði, gera armbond við perlum, treskja korn við mortara, viðabul til vøggustovubørn at smíða á, víkingaspæli, kasta spjót, hólmgongu á tjúkkum viðbuli við pútum, smíða og saga á tjúkkan viðabul, telgja træsprek og spæla leik úr Føroyinga søgu.
Allir dagstovnar hava seyma sínar egnu víkingabúnar til dagin, sum bæði børn og starvsfólk skulu vera í. Hvørt barn er eyðkent við at forteknini í teirra navni eru skriva við rúnum á búnanum.
Fyrireikingartíð seinastu tveir mánaðirnar
Allir dagstovnarnir hava seinastu tveir mánaðirnar verið í eini fyrireikingartíð. Børnini hava vitjað ymisk søgulig støð í bygdini, so sum víkinga-gravirnar í Leirvík, Bønhúsmørk, Tróndargrund, kaiina á Skipanesi og niðan á vaktarhús við Gøtugjógv. Harafturat hava børnini hesa tíðina gjørt seyðbond, skjøldur, verju, svørð, lært at kvøða ‘Í Gøtu ein dag’, o.s.fr.
Fagnaðardagurin er afturvendandi tiltak, ið eisini var á skránni í september í fjør, tá “Rørsla og gamal” var tema. Frítíðarheimið og dagstovnarnir Brúsi og Gjái eru saman um at skipa fyri degnum. Í fjør hevði Brúsi høvuðsábyrgd av fagnaðardegnum, meðan í ár hevur Gjái høvuðsábyrgdina.