Baðirúm við brúsum gerast við sandin í Leirvík

Eysturkommuna hevur keypt eitt neyst við sandin við Bug í Leirvík og fer at gera tvey almenn baðirúm við brúsu til hugnaliga økið við sandin í Leirvík.

Neystið, sum stendur á matrikul 257, stendur beint við Mataránna og liggur sostatt væl fyri í mun til sandin og kemur væl við fyri tey mongu, ið leita sær oman á sandin ein góðveðursdag. Harafturat er sjódipping blivið populert, og nú fáa tey, ið dáma væl at leypa út í kalda sjógvin, lættari atgongd til brúsur beint við sjóvarmálan.

Kommunan ger arbeiði sjálv og arbeiðið er so smátt farið í gongd.

Tvey baðirúm við brúsum skulu gerast í neystinum á matrikul 257 í Leirvík.
Search by