ÁWAY í Gøtu letur upp

Fyri nøkrum mánaðum síðani lat smiðjan Normek aftur. Lítið og einki virksemi hevur síðani verið í smiðjuni, men letur smiðjan uppaftur nú. Tað eru gøtumennirnir og brøðurnir Tollakur og Álvur Joensen, sum hava keypt smiðjuna. Umframt at gera alt vanligt smiðjuarbeiðið, hava teir einaumboð uppá Toyota trukkar. Smiðjan liggur í Norðragøtu.

ÁWAY, sum fyritøkan í dag eitur, letur upp í dag og er í hesum sambandi boðið til móttøku millum klokkan 15.00 og 18.00

Search by