Um útstykking í Norðragøtu juli 2019

Avtala undirskrivað um útstykking í Norðragøtu

Eysturkommuna hevur í dag skrivað undir sáttmála við Kanjon um útstykking í Norðragøtu. Ætlanin er at fara í gongd við útstykkingina fyrst í september, og væntandi verður arbeiðið liðugt í juni 2020.

Nýggja útstykkingin fevnir um 26 nýggj grundstykkir innanfyri núverandi Eyðargøtu, sum er brekkan frá vegnum Við Ánna niðan til Torbjarnargøtu í Norðragøtu.

Øki til útstykking er uml 20.000 m2 til støddar.

Les meira um verkætlanina her.

Search by