Back
Tíðindi
Skrivað tann 15. november 2018

Avtala undirskrivað um útstykking í Norðragøtu

Í dag varð avtalað undirskrivað við Osbjørn Jacobsen Arkitektar um heildarráðgeving í samband við nýggja útstykking í Norðragøtu. Talan er í fyrstu atløgu um 26 nýggj grundstykkir innanfyri Eyðargøtu í Norðragøtu.

Avtalan umfatar heildarráðgeving viðvíkjandi arktitektaarbeiðinum og verkfrøðingaarbeiðinum. Arbeiðið verður boðið út í januar og lisitatión verður síðst í februar. Ætlanin er, at arbeiðið so verður liðugt síðst í 2019.