Avhendingarskjalið undirskrivað

Nýggi og snotuligi barnagarðurin í Leirvík var mikudagin 15. juli avhendaður Eysturkommunu.

Býráðspolitikkarar, umsiting og komandi starvsfólk í barnagarðinum vóru til avhendingina. Stjórin í Fjarðahús Óli M. Hansen og varaborgarstjórin Fríðgerð Heinesen skrivaðu undir avhendingarskjalið.

Tann 06. august 2009 verður almenn móttøka í barnagarðinum, og tískil verður høvi hjá almenninginum at síggja nýggja og snotuliga bygningin.

Hjartaliga vælkomin øll somul!

Search by