Atli settur sum nýggjur skúlastjóri

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur sett Atla Fróða Johansen í starvið sum skúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu frá 1. mars 2019 at rokna.

Atli Fróði Johansen er 40 ára gamal og tók læraraprógv í 2003. Hann hevur drúgvar royndir í undirvísing, leiðsluroyndir sum varaskúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu síðani august 2018 umframt ávísar leiðsluroyndir frá Tofta skúla.

Atli Fróði Johansen hevur eisini sitið í skúlastýrinum sum starvsfólkaumboð í fleiri ár og hevur verið limur í Barnaverndini í Skálafjarðasamstarvinum síðani 2013.