Ástaðisfundur – kaiøkið í Norðragøtu

Mikudagin 10. mai 2017, kl. 17.00 verður ástaðisfundur um alt kaiøkið í Norðragøtu. Herundir vinnuøkið, grótbrotið, bátahylurin, neystini og økið á Oyruni.

Orsøkin til hendan ástaðisfundin er, at hoyra borgarar, bátaeigarar, neystaeigarar og vinnulívið á staðnum um framtíðarætlanir.

!!GEVIÐ GÆTUR: Fundurin byrjar í Bátasavninum í Leirvík, kl. 17.00, við einum kaffimunni og dronu-filmur verður vístur av økinum. Uml. kl. 17.30 fara vit yvir á kaiøkið í Norðragøtu.

Ástaðisfundurin er almennur.

Search by