Back
Tíðindi
Skrivað tann 15. juni 2018

Ástaðisfundur í Syðrugøtu

Týsdagin 19. juni 2018 kl. 17:00 verður almennur ástaðisfundur um økið framvið sjóvarmálanum í Syðrugøtu; frá Køstinum og allan vegin út á keiina.

Fundurin byrjar í niðaru hædd í Valhøll við stuttum framløgum frá Honnu Jensen, Páll Gregersen og Ósbjørn Jacobsen.

Orsøkin til fundin er at hoyra, hvat borgarar og onnur áhugað hava av hugskotum og hugsanum um, hvussu økið í framtíðini skal skipast. Tað veri seg frítíðarvirksemi, vinnu/ferðavinnu og annað, ið viðkemur bygdarlívinum.

Hava tit hugskot ella viðmerkingar til málið, eru tit vælkomin at senda hesi til eystur@eystur.fo, bæði áðrenn og aftaná fundin. Tó í seinasta lagi týsdagin 3. juli 2018