Ástaðarfundur um neystini í Syðrugøtu

Í samband við at Eysturkommuna arbeiðir við at gera eina byggiætlan fyri neystaøki í Syðrugøtu, verður skipað fyri einum ástaðarfundi.

Fundurin verður hildin í býráðshúsinum í Norðragøtu hósdagin tann 03. december kl. 17:00  

Dagsskráin verður:

  1. Endurtøka av fyrra fundi, sum var 08. oktober 2020.
  2. Uppskot, sum er til dialog og viðmerking.

Í samband við corona tilmælini, er neyðugt at tekna seg til fundin. Tað verður gjørt við at boða frá luttøku á eystur@eystur.fo ella inni á kommunuskrivstovuni.  

Freistin at tekna seg er mánadagin 30 november

G.G: Um nógv fólk tekna seg til, verður neyðugt at flyta fundin í annað høli. Boða verður frá um hetta gerst neyðugt!

Search by