Ársaðalfundur og konsert hjá Grót

Í samband við at Tónleikasamtakið Grót, hevur ársaðalfund nú leygarkvøldið 19. mars, verður skipað  fyri ókeypis konsert fyri limunum, ið so trúfastir hava møtt til tiltøk felagsins.

GIPSY TRAIN:

Ungir, fittir, stuttligir og garrvillir eru hesir garpar, ið mynda bólkin Gipsy Train, og so duga teir enntá so ómetaliga væl at spæla tónleik! Við klarinet, harmoniku, megafon, trompet og annars øllum meira vanligum ljóðførum, fært tú hug at dansa, flenna og klemma í fløvandi gleðisrúsi!

Hesin heilt serligi bólkurin er mannaður við ungum tónleikarum ymsastaðni frá í Føroyum, búðsitandi í Havn. Hóast Gipsy Train er ein rímuliga nýggjur bólkur, hava teir longu spælt konsert í Tøting 6. november í fjør, har teir veruliga bergtóku áhoyrararnar.

http://www.youtube.com/watch?v=vdBMD80pH8U

http://www.facebook.com/gipsytrain?sk=info

PETUR PÓLSON:

Petur kenna flest øll, hann er eftir hondini royndur tónleikari og sangskrivari, og má metast at verða ein av rokk-kongunum á føroyska tónleikapallinum.

Petur Pólson leggur í hesum døgum seinastu hond á sína triðju fløguútgávu, ið kemur út í vár. Petur fer leygarkvøldið at undirhalda fjøldina saman við Benjamin Petersen og Lyon Hansen.

AÐALFUNDUR:

Tónleikasamtakið Grót fer á ársaðalfundinum, at greiða frá virksemi felagsins í farna ári, og at kunna um hvørji mál felagið hevur fyri framman. Roknskapur felagsins verður lagdur fram og nevnd skal veljast, annars verður lagt upp til kjak.

Aðalfundurin byrjar kl. 19.00, vit bjóða kaffi og køkur.

Konsertin byrjar eftir aðalfundin, uml. kl. 21.00, konsertin er ókeypis og fyri limir. Um tú ikki ert limur, kanst tú gerast limur hetta kvøldið.

Limagjald fyri eitt ár er 100 kr.

Um tað ikki liggur tær fyri at koma til bæði aðalfund og konsert, ert tú vælkomin til bert annað.

Search by