Ársaðalfundur hjá Tónleikasamtakinum Grót

Mikukvøldið 21. mars kl. 19.00 hevur Tónleikasamtakið Grót ársaðalfund. Aðalfundurin verður í Tøting í Syðrugøtu.

Skráin til aðafundin er sambart viðtøkum felagsins.

Mál til viðgerðar skula verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnukvøldið 18. mars. Hesi mál kunna sendast á teldupost tsgrot@gmail.com
Einans limir, ið hava goldið limagjald fyri 2018, í Tónleikasamtakinum Grót, hava atkvøðurætt á aðalfundinum.

Tú kanst gerast limur í Tónleikasamtakinum Grót, við at skriva teldupost til oluffa.joensen@gmail.com, ella við at gjalda árslimagjald á 100 kr. áðrenn aðalfundin.

Finn tiltakið á Facebook

Search by