Ruddingardagur í 2017

Árligi ruddingardagurin verður hósdagin 1. juni 2017

Árligi ruddingardagurin verður hósdagin 1. juni, frá kl. 16.30 til uml. kl. 20.00

Dagurin byrjar við høsnarunga og chips til øll, ið taka lut í ruddingini. Vit møta frá kl. 16.30 til kl. 17.15.
• í skúlagarðinum í Gøtu ella
• í skúlagarðinum í Leirvík

Síðan verður farið at rudda í og kring bygdirnar frá kl. 17.15 til uml. kl. 20.00.

Øll gevast at rudda kl. 19.45. Øll, ið hava luttikið í ruddingini, bæði úr Leirvík og Gøtu, savnast í skúlagarðinum við Gøtugjógv kl. 20.00 til ein kaffimunn við kringlu e.ø. og saft til børnini.

Aftur í ár fær hvørt húski, ið hevur luttikið í ruddingini, plantupakka heimaftur við. Hesin verður útflýggjaður í sambandi við kaffimunnin í skúlagarðinum við Gøtugjógv kl. 20.

Search by