Árligi ítróttardagurin

Eitt afturvendandi tiltak, sum Frítíðarskúlarnir í Eysturoy og Klaksvík hava skipað fyri er árligi ítróttardagurin.

ítróttardagurin er ætlaður starvsfólki og børnum í Frítíðarskúlunum, og vertur fyri tiltakinum hesa ferð var Frítíðaransingin í Leivík.  Tiltakið varð hildið á ítróttarøkinum og var uppmøtingin sera góð.

Á skránni var fótbóltur, posarenning, togtogan, postarenning og mangt annað. Sjálvsagt var okkurt gott og leskiligt at fáa eisini.

Dagurin byrjaði kl 10.00 og varð hildið á til kl. 15.00, tá børnini fingu handað luttøkubræv at hava við heim.

Search by